Starvsfólkafyrisiting
ENDAMÁL
Føroyar eru, eins og londini rundanum okkum farnar inn í Vitanarøldina.
Eitt av størstu tilfeingjunum í Vitanarøldini er Humankapitalurin.
Hetta setur økt krøv til leiðslur og starvsfólk á øllum arbeiðsplássum.
Starvsfólkaleiðsla og fyrisiting er eitt undirmett øki um hugt verður at, hvussu almennu stovnarnir í Føroyum er skipaðir.
Ongin ivi er um, at leiðarar kenna týdningin av at hava góða starvsfólkafyrisiting, men tá tað kemur til at nýta tilfeingi til hetta, manglar í.
Skeiðsdepilin vil nú bjóða tykkum, leiðarum innan tað almenna, eitt skeið, fyri at lata eygu tykkara upp fyri týdninginum av góðari starvsfólkaleiðslu – og fyrisiting í einari Vitanarfyritøku.
MÁLBÓLKUR
Skeiðið er ætlað leiðarum innan almennu fyrisitingina umframt øðrum, sum í dagliga starvi sínum hava við starvsfólka- fyrisiting og leiðslu at gera.
INNIHALD OG FORMUR
Skeiðið umfatar hugtøkini: Vitanarfyritøka, starvsfólkafyrisiting, starvsfólkaleiðsla og starvsfólkapolitikkur í hesum samanhangi.
Fyrst verður farið inn á hugtakið starvsfólkaleiðsla – hvør á einum stovni eigur at útinna starvsfólkaleiðslu – og hví.
Síðan verður nortið við teir 4 høvuðstættirnir í starvsfólkafyrisiting, sum eisini eru grundarsteinarnir undir starvsfólkapolitikkinum:
- Setan: hvussu verður rætti persónurin funnin til eitt starv
- Fasthaldan: hvussu verða nýsett starvsfólk móttikin, hvørjar arbeiðsumstøður verða bjóðað teimum
- Menning: týdningurin av støðugari førleikamenning og hvussu hon kann verða skipað.
- Fráferð: hvussu verður ein góð fráferð úr starvi skipað, óansæð um starvsfólkið sjálvt velur at fara úr starvi, ella neyðugt av einari ella aðrari orsøk er at siga starvsfólkið upp.
Í hesum partinum verður serliga nógv gjørt burturúr tættunum:
Setan og Menning, men nortið verður eisini við hinar báðar tættirnar.
Amboðini, sum verða lýst, eru í stóran mun amboð, sum vit hava innan almennu fyrisitingina í Føroyum, men sum tíverri alt ov fá geva sær far um.
Harumframt er støðið í høvuðsheitum tikið í norðurlendskum ella enskum tilfari um starvsfólkaleiðslu – og fyrisiting.
UNDIRVISINGARHÁTTUR
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og uppgávu- og bólkaarbeiði.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Almenn fyrisiting
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
-
Kloakkering
09.09.2021 - 10.09.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira