Persónsupplýsingarlógin
MÁLBÓLKUR
Skeiðið er serliga ætlað teimum, sum dagliga starvast í almennari ella kommunalari umsiting og á hendan hátt koma í samband við persónsupplýsingarlógina.
ENDAMÁL
Endamálið við skeiðnum er at geva skeiðsluttakarunum innlit í, hvørji krøv persónsupplýsingarlógin setir til viðgerð av persónsupplýsingum, og at gera luttakararnar førar fyri at brúka lógina í dagliga arbeiðnum.
SKEIÐIÐ FEVNIR UM
Lógin verður gjøgnumgingin og uppgávur verða loystar í bólkum. Dømi verða tikin frá føroyskum avgerðum á økinum, eisini verður komið inn á útlendskar avgerðir og dómar á økinum. Útgangsstøðið er persónsupplýsingarlógin, men komið verður eisini inn á aðra lóggávu á økinum t.d. revsilógina, lov om forbud mod privates tv-overvågning og mannarættindasáttmálan.
SERLIGA VERÐA HESI EVNI GJØGNUMGINGIN
Persónsupplýsingarlógin:
- Lógarøkið, ið lógin fevnir um
- Munurin millum vanligar og viðkvæmar persónsupplýsingar
- Krøv at viðgera persónsupplýsingar
- Persónstalið
- Flytan av upplýsingum til útlond
- Reglurnar um innlit og kunning
- Fráboðanarskylda til dátueftirlitið
- Loyvi at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar
- Uppgávurnar hjá dátueftirlitinum
- Reglurnar um KT-trygd
Eisini verður komið inn á nýggju reglurnar fyri vakmyndatól og hvussu ein kann ferðast tryggari á internetinum, t.d. á sosialum netverkum so sum Facebook v.m.
UNDIRVÍSINGARHÁTTUR
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og bólkaarbeiði.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Almenn fyrisiting
Komandi skeið
-
Grundleggjandi leiðaraskeið
18.09.2019 - 05.12.2019
-
Sveisiskeið (3 vikur) sum gevur sertifikat
25.11.2019 - 13.12.2019
-
L-AUS skeið
03.12.2019
-
Lær teg føroyskt til lítar
04.02.2020 - 17.03.2020
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy 16-Dec-2016
Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 11-Apr-2014
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 30-Aug-2013
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira