Málsviðgerð 

   -   partur av nýggju Fyrisitingarútbúgvingini

Ert tú kønur í reglunum viðvíkjandi málsviðgerð? Styrk tínar førleikar í arbeiði tínum sum málsviðgeri í fyrisitingini. Tú lærir um málsviðgerðarreglurnar í eitt nú fyrisitingarlógini og innlitslógini. Tú lærir um endamálið við reglunum, og hvussu tær kunnu nýtast ítøkiliga, so tú fært betri dygd í tína málsviðviðgerð frá byrjan til enda.

Lær at skilja ymisku síðurnar í málsviðgerðini og fá førleikar til at greina og meta um ítøkiligar málsgongdir frá byrjan til enda.

Her lærir tú út í æsir um tær meginrættarreglur, sum galda á almenna økinum, og tú lærir, hvussu reglurnar verða nýttar í royndum.

Tú mennir eitt hegni , sum hjálpir tær at lúka tørvin á rættari málsviðgerð og samstundis hava neyðug fyrilit fyri rættartrygd borgaranna.

Á skeiðnum arbeiða vit við yrkisrættaðari venjing, har tú lærir at greina eitt mál, soleiðis at tú kanst leggja til rættis og viðgera mál á tínum arbeiðsøki á skilabestan hátt.

Innihald

Høvuðsevni á skeiðnum:
  • Karmar fyri málsviðgerð
  • Talgilding
  • Viðgerð av málinum
  • Eftirlit og umsjón

Læringarmál og ágóði

  • Luttakararnir skulu 
  • skilja, hvussu viðgerðin av einum máli verður løgd til rættis, og m.a. meta um, hvørjar upplýsingar, sum tað hevur týdning at fáa til vegar
  • skilja uppgávubýtið millum fyrisitingina og politikararnar og politikaranna ávirkan á og leiklut í málsviðgerðini
  • hava vitan um, hvør myndugleiki hevur eftirlit ella umsjón við almennu fyrisitingini
  • kunna finna viðkomandi lógir og arbeiða háttabundið og skipanarliga við teimum, soleiðis at teir kunnu nýta tær til eyðkend ítøkilig greiðsluevni
  • skilja, hvussu tær lógir, reglur og karmar, sum eru støði undir fyrisitingarligari málsviðgerð, kunnu nýtast skipanarliga í uppgávuloysnini, og gerast førir fyri at meta um, hvørjar av hesum ásetingum eru viðkomandi í samband við viðgerðina av ítøkiligum málum
  • gerast førir fyri at meta um, hvørjar møguleikar borgararnir hava at fáa innlit í skjøl og mál hjá almennum myndugleikum
  • skilja týdningin av at eygleiða góðan fyrisitingarsið og góðan dátuviðgerðarsið í allari málsviðgerðargongdini 
  • gerast førir fyri at taka avgerð um, hvussu málsviðgerðin skal handfarast, alt eftir hvussu málið so líðandi tekur seg upp
  • skilja, hvørjar fíggjarligar og fyrisitingarligar avleiðingar, ið tað kann hava fyri málsviðgerðina, at málsviðgerðarreglurnar ikki verða hildnar
  • kunna meta um, nær eitt mál missir sítt rættargildi, og nær málið ikki longur hevur fyrisitingarligan týdning 
  • við dømum um ítøkilig mál frá egnum gerandisdegi at kunna greina og meta um, hvørjar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at lýsa og avgera málið, herundir fíggjarlit atlit. Teir skulu kunna fáa til vegar og viðgera tær neyðugu upplýsingarnar at nýta í eini greiðari og skikkaðari málsviðgerð
  • kunna taka avgerðir, so tær lúka formligu krøvini og eru tillagaðar tørvi móttakarans
  • gerast førir fyri sjálvstøðugt at leggja til rættis og fremja rætta fyrisitingarliga málsviðgerð og harvið fara í samstarv við viðkomandi yrkisbólkar og samstarvspartar
  • leggja dentin á fyrisiting og týdningin av at vera rættstundis og at bjóða borgararnum samrøðu við ávísa dygd, og í hesum sambandi vera greiður yvir hvat meinast við dygd í hesum førinum
  • kunna menna sína egnu siðvenju í einum skipaðum høpi

Smidlig útbúgving í samstarv við COK 

Málsviðgerðarparturin verður bjóðaður fram í samstarv við COK, "Center for Offentlig Kompetenceudvikling". COK er eitt felag, sum tær donsku kommunurnar eiga. 
Fyrisitingarútbúgvingin er ein smidlig uppbygd framhaldsútbúgving. Tú kanst taka ein part ella tveir partar ella alla útbúgvingina. Tekur tú tríggjar kravdar partar. tveir valfríir partar og gert endaligu verkætlanina (tils. 60 ECTS -stig) innan fyri 6 ár, hevur tú fulla fyrisitingarútbúgving á akademistigi.

Serstøk viðurskifti 
Málsviðgerðarparturin er á akademistigi og kann vera partur av fyrisitingarútbúgvingini.

Upptøkutreytir




Somuleiðis verður kravt at umsøkjarin hevur í minsta lagi 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir eftir at hava lokið útbúgving, sum gevur atgongd til Fyrisitingarútbúgvingina. 


Próvtøkuháttur og ECTS-stig
Munnlig próvtøka við støði í eini settari uppgávu. Luttakarin fær eitt samdøgur at fyrireika seg í. Próvtøkan telir 10 ECTS-stig


Tilmelding, kostnaður og tíðarætlan

Tilmeldingarfreist: 1. september 2020

Kostnaður: kr. 16.000,-  (íroknað fullan kost)

Tíðarætlan: Undirvísingin byrjar í viku 38 (hálvan sept.) og endar áðrenn jól 2020. Undirvíst verður ein dag um vikuna, 10 ferðir á 7 tímar.


Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá COK.DK, sí leinkina niðanfyri.

Cprnr.:* teigurin = Føroyska P-talið + 0 í endanum
Sektor::* teigurin = FÆRØERNE 
EANnr.: teigurin = EANnr. hjá arbeiðsgevaranum (kommuna, stovnur, fyritøka)  

TILMELDING HER: https://uddannelse.cok.dk/tilmelding.aspx?id=29738&sitepath=kommunom




Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIР 21-Feb-2020

TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  01-Jan-2020

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  01-Jan-2020

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira