KT-trygd fyri leiðarar í almennu fyrisitingini

Er boðskapurin komin út í allar krókar í stovninum og eru øll trygdaratlit og tiltøk sett í verk fyri at verja KT-umhvørvið?

MÁLBÓLKUR

Skeiðið er ætlað øllum leiðarum innan almennu fyrisitingina.

ENDAMÁL

Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina greiða fatan av, hvørji atlit og tiltøk eru neyðug fyri at liva upp til tey trygdarkrøv, ið tryggja dáta og tól, so virksemi hjá stovninum kann ótarnað halda fram.

INNIHALD

Evnini, ið verða gjøgnumgingin, viðgjørd og útgreinað eru trygdar-:

  • politikkur
  • mentan
  • skipanir
  • átøk
  • tilbúgving
  • kunning
  • eftirlit
  • samstarv

Eftir skeiðið hava luttakararnir fingið eina greiða fatan av, hvat ið krevst, og hvar teirra stovnur er staddur í mun til, hvar ynskiligt er at verða. Luttakararnir eru førir fyri at leggja eina greiða ætlan fyri, hvussu fram skal farast fyri at røkka málinum.


Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira