Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
ENDAMÁL
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina greiða fatan av teimum krøvum til málsviðgerðina, sum m.a. fyrisitingarlógin setur.
Luttakarar fáa eina skeiðsmappu, ið er ætlað at vera eitt gott og brúkiligt amboð í dagliga arbeiðinum.
MÁLBÓLKUR
Skeiðið er ætlað málsviðgerum í almennu fyrisitingini umframt øðrum, sum í dagliga starvi sínum koma í samband við fyrisitingarlógina
INNIHALD OG FORMUR
Málsviðgerðarreglurnar í fyrisitingarlógini verða gjøgnumgingnar, viðgjørdar og útgreinaðar:
- lógarøki – hvat fevnir fyrisitingarlógin um?
- reglurnar um vegleiðing, umboðan og ógegni
- partshoyring, rætturin at geva ummæli, grundgeving og kæruvegleiðing
- tagnarskylda og avhandan av trúnaðarligum upplýsingum
- reglurnar um partsinnlit
Eisini verður greitt nærri frá skylduni at skriva upp (notatskylda).
Dømi frá m. a. dómstólunum, danska og føroyska umboðsmanninum verða tikin við í tann mun, tey kunnu lýsa nevndu málsviðgerðarreglur nærri.
Skeiðið fer eisini at viðgera tær fyrisitingarligu grundreglurnar, sum ikki eru lógarfestar. Hetta eru m. a. reglurnar um lóglig fyrilit, proportionalitet, heimild og líkskap. Hugt verður eisini eitt sindur at málsviðgerðarsiði annars, t. d. málsviðgerðartíð.
Nortið verður eisini við uppgávurnar hjá Løgtingsins umboðsmanni, eins og hvønn týdning umboðsmaðurin hevur fyri fyrisitingina sum heild.
UNDIRVISINGARHÁTTUR
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og uppgávu- og bólkaarbeiði.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Almenn fyrisiting
Komandi skeið
-
Grundleggjandi leiðaraskeið
18.09.2019 - 05.12.2019
-
Sveisiskeið (3 vikur) sum gevur sertifikat
25.11.2019 - 13.12.2019
-
L-AUS skeið
03.12.2019
-
Lær teg føroyskt til lítar
04.02.2020 - 17.03.2020
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy 16-Dec-2016
Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 11-Apr-2014
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 30-Aug-2013
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira