Alment starv
ENDAMÁL
Ætlanin við skeiðnum er at geva luttakarunum grundleggjandi innlit í tey krøv, sum eru ásett í lóg og í siðvenjuni hjá dómstólunum og umboðsmonnunum, tá talan er um ávikavist at seta og siga fólk úr starvi innan almennu fyrisitingina. Eisini verður í ávísan mun hugt nærri at rættindum og skyldum hjá tí einstaka starvsfólkinum, herundir spurningunum um decorum, talufrælsi og loyalitetsskyldu.
MÁLBÓLKUR
Skeiðið er ætlað teimum, sum í dagliga yrki sínum fáast við starvsfólkamál innan almennu fyrisitingina, umframt øðrum, sum ynskja at fáa kunnleika til hesi viðurskifti. Ein ávísur kunnleiki til fyrisitingarrætt og starvsfólkafyrisiting er avgjørt ein fyrimunur, men ikki nøkur treyt fyri luttøku á skeiðnum.
INNIHALD OG FORMUR
Við grundarlagi í lóggávuni, serliga fyrisitingarrættinum, verða m.a. hesi evni viðgjørd:
- Starvssetan (m.a. krøvini til starvslýsingina, málsfyrireiking og avgerðina)
- Rættindi og skyldur undir setan (m.a. frítíð/hjástørv, decorum, talufrælsi, loyalitetur og tagnarskylda)
- Ávaring og uppsøgn (m.a. krøvini til dokumentatión, proportionalitet, ætlanarskriv (partshoyring) og grundgeving – eisini verður hugt nærri at spurningunum um m.a. uppsagnaravtalur, rúsdrekkatrupulleikar, samstarvstrupulleikar, sjúku/fráveru og sparingar/bygnaðarbroytingar umframt ymisku avleiðingunum av uppsøgn)
UNDIRVISINGARHÁTTUR
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og uppgávu- og bólkaarbeiði.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Almenn fyrisiting
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
-
Kloakkering
09.09.2021 - 10.09.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira