Alment innlit
ENDAMÁL
Flestu kærir til Løgtingsins Umboðsmann viðvíkja kærir um m.a. alment innlit, tí er neyðugt, at málsviðgerðar og onnur innan almennu fyrisitingina kenna reglurnar í Innlitslógini . Á skeiðnum fáa luttakarunum eina greiða fatan av lógini um innlit í fyrisitingina og dentur verður lagdur á hvussu eitt nú áheitanir frá fjølmiðlum og almenninginum um alment innlit skulu viðgerðast.
Luttakararnir fáa eina skeiðsmappu, ið er ætlað at verða eitt gott og nýtiligt amboð, tá ið støða skal takast til áheitanir um alment innlit.
MÁLBÓLKUR
Skeiðið er ætlað málsviðgerum í almennu fyrisitingini umframt øðrum, sum í dagliga starvi sínum koma í samband við innlitslógina.
INNIHALD OG FORMUR
Innlitslógin verður gjøgnumgingin, viðgjørd og útgreinað. Hetta fevnir m.a. um:
- Lógarøkið – hvat er fevnt av lógini?
- Skjalahugtakið sambært innlitslógini
- Skyldan at skriva upp
- Rætturin til skjalainnlit
- Tagnarskylda – avmarking av rættinum til innlit
- Avgerðin – fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing
Viðkomandi dømi frá m.a. dómstólum, danska og føroyska umboðsmanninum verða tikin við í tann mun, tey kunnu lýsa nevndu reglur nærri.
UNDIRVISINGARHÁTTUR
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur og kjak. Eisini verður uppgávu- og bólkaarbeiði, har luttakarar fáa høvi til at royna lógina í verki.
Alment innlit
Dato: 05-May-2020
Pláss til: Not Set
Skráseting
Skeiði byrjar
5. mai 2020
Tilmeldingarfreist
Tíðarætlan
8 tímar
Kl.
08.30 - 16.00
Stað
Gl. reyði handilsskúlabygningurin, Janusargøta 2, 100 Tórshavn.
Undirvísari
Óli Høgnesen, løgfrøðingur
Kostnaður
Kr. 2.475,-
Almenn fyrisiting
Komandi skeið
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
-
Úrslitagóðir fundir og uppbyggiligt samskifti
15.04.2021 - 16.04.2021
-
Kloakkering
09.09.2021 - 10.09.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira