Almenn tænasta - Grundleggjandi tænastuskeið

- Intensivt 2-daga skeið

Á skeiðnum vera spurningar viðgjørdir so sum: Hví veita eina góða tænastu, tá talan ikki er um vøru ella tænastu, men ein almenn tænastuveiting? Hvat liggur í Fyrisitingarlógini um tænastu?

Hvat er góð almenn tænasta?

Innan tað almenna hava lógir og reglar stóran týdning og eru í nógvum førum lættari at handfara enn væntanirnar hjá brúkaranum til tað almenna. Á skeiðnum verður arbeitt við, hvussu tú tekur støði í tí einstaka brúkaranum, teirra áhugamálum og motivatión. Øll skulu viðfarast eins – tí skulu tey viðfarast ymiskt, og samskiftið tillagast í mun til støðuna - tað er góð tænasta.
Tað, sum ger allan munin - tú
Sum brúkari hjá tí almenna fær ein oftani eina viðferð, ið sum so einki er galið við, men sum er eyðkend við frástøðu. Góð almenn tænasta er eisini at tora at vera seg sjálv/ur og at geva eitt sindur í samskiftinum við brúkaran. Tað er tá, tað er stuttligt og skapar arbeiðsgleði at geva eina tænastu.

Evni á skeiðnum

  • At seta seg í brúkarans støðu
  • Brúkaratypur
  • Fyrisitingarlóg og tænasta
  • Spyrjihættir og at skapa álit
  • Samskifti & Kropsmál
  • At vera tilstaðar
  • Truplar avgreiðslur

Hvat fært tú burtur úr skeiðnum

Á skeiðnum fært tú vitan og tilvitan um góða og ringa tænastu í mun til Fyrisitingarlógina. Arbeitt verður við ymsum brúkaratypum og at tillaga tænastuna í mun til einstaka brúkaran.
Á skeiðnum verður eisini arbeitt við at skapa eitt uppbyggjandi samskifti og innlit í, hvat er avgerandi fyri, at brúkarin kennir seg hoyrdan og sæddan. Kanningar vísa, at vit eru ikki før fyri at taka ímóti upplýsingum, um vit ikki eru trygg og hava álit á tann, vit tosa við.
Tú fært mannagongdir um, hvussu tú handfer truplar støður, og at venda støðunum til eitt uppbyggjandi samskifti og góð áhaldandi viðurskifti millum teg og brúkaran.

Undirvísingarháttur

Skift verður millum ymsar arbeiðshættir á skeiðnum. Undirvísingarhátturin er ástøðiligur og praktiskur. Støði verður tikið í føroyskari mentan og í egnum royndum hjá luttakarunum.


Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira